Føroya Pedagogfelag leggur eitt sindur fyri, nú felagið er farið undir samráðingar, tí málið hjá felagnum er ikki, at felagið skal hava sama prosentsats í lønarhækking, sum onnur feløg hava fingið.
Formaðurin í felagnum, Jógvan Philbrow, vísir á, at krøvini hjá pedagogunum ikki hóska heilt til samráðingargongdina síðstu árini, tí felagið vil ikki bara hava nøkur prosent aftrat, men heldur fleiri krónur oman á verandi løn.
- Vit vilja eisini vísa á, at undan løgtingsvalinum søgdu núverandi samgonguflokkar, at neyðugt er at endurskoða og bøta um lønina, sigur Jógvan Philbrow. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Jógvan Philbrow.










