– Vit hava trýst á pausu.
Tað sigur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum. Pedagogfelagið hevur nevniliga avgjørt av avlýsa verkfallið nú á jólum.
Sostatt fara allir pedagogar á stovnunum undir Almannaverkinum aftur til arbeiðis nú í kvøld klokkan 23 og teir verða verandi til arbeiðis til triðja jólamorgun, tann 27. desember, klokkan sjey á morgni, tá ið verkfallið verður tikið upp aftur.
Jógvan Philbrow sigur, at tey hava gjørt hetta undantakið í verkfallinum tí at tað eru jól.
– Vit halda, at tey, sum eru rakt av verkfallinum hava krav upp á at fáa eini góð jól, og tað skulu tey fáa, sigur formaðurin í Pedagogfelagnum.
Annars skulu partarnir aftur til samráðingarborðið hósdagin eftir jól, men Jógvan Philbrow sigur, at tað er ikki tí, at pedagogarnir nú fara aftur til arbeiðis.
–Vit fara til arbeiðis, so at eisini búfólk og viðskiftafólk hjá Almannaverkinum, kunnu fáa eini góð jól, sigur hann.