Fyrrapartin fekk borgarstjórin á Sandi, Brandur Sandoy eina heldur øðrvísi vitjan.
Hetta vóru fleiri av limunum í Pedagogfelagnum, ið sum kunnugt er í verkfalli í løtuni.
Á kommunuskrivstovuni á Sandi fingu tær góða móttøku, og vórðu bodnar innar til ein drekkamunn og eitt.
- Hýrurin var góður, og høvið var nýtt til at skifta orð um verkfallið og avleiðingarnar av tí, verður sagt úr Sands kommunu.
Steðgurin vardi í ein tíma, og síðani fóru pedagogarnir víðari.
Tær fara nú at fyrireika seg at fara til Havnar at luttaka í mótmælistiltakinum sum verður fyriskipað í morgin.
(Mynd: Sands kommuna)










