Klaksvík:
Jancy B. Klein, leiðari á sosialu deild í Klaksvíkar Kommunu, sigur, at tað er sera harmiligt, at ongin pedagogur hevur søkt leiðarastarvið í nýggja útibarnagarðinum.
Nýggi útibarnagarðurin úti í Grøv skal eftir ætlan lata upp í august.
- Og tað fara vit eisini at gera alt fyri, at hann ger, men tað er greitt, at tað kann fara at gerast trupult, sum støðan er nú við ongum leiðara. Men vit eru ikki púra fyri ongum, sigur Jancy B. Klein.
- Vit hava onkra loysn í huga, men tað kemur so bert at vera ein fyribilsloysn, og tað er ikki nøktandi. Men okkurt má gerast, tí barnagarðurin má lata upp.
Hon sigur eisini, at tørvurin á pedagogum í Klaksvík er ovurhonds stórur.
Hon greiðir frá, at herfyri bleiv gjørt upp, hvussu mong ósett pedagogstørv tað eru í barnagørðunum í Klaksvík.
Tað eru tríggir barnagarðar í Klaksvík, og heili 22 pedagogstørv eru ósett. Tað vil siga, at hjálparfólk sita í teimum størvunum.
Jancy tekur dr. Margrethubarnagarðin sum dømi:
- Har eru næstan hundrað børn, og einans tríggir pedagogar. Tað er ikki ein gongd ein til hvørja stovuna. Og hetta er bert í barnagørðunum, so koma bústovnarnir afturat, sigur hon.
Hon heldur, at tað hevði gjørt stóran mun um nøkur ár, um námsfrøðiliga útbúgvingin, sum er á Føroya Læraraskúla, hevði kunnað tikið tveir flokkar inn um árið. Sum er taka tey ein flokk upp á 24 inn.
Jancy heldur eisini, at tað kann tykjast sum pedagogar í dag søkja meiri inn á serøkið enn barnaansingina. Ein orsøk til tað kann vera, at lønin er betri á serøkinum.
Allan tørv nøktaðan
- Tað verður arbeitt fram í móti, at dagrøktararnir skulu hava børn í aldrinum 0 til 3 ár, og so er dreymurin, at børnini sum trý ára gomul fáa stovnspláss, greiðir Jancy frá.
Hon sigur, at sjálvandi er dreymurin hjá teimum, at fáa allan barnaansingaratørvin nøktaðan, men hon dylur ikki fyri, at tað koma at taka nøkur ár, áðrenn dreymurin gerst veruleiki.
Børnini í einum útibarnagarði eru í aldrinum trý til fýra ár og uppeftir.
Útibarnagarðurin úti í Grøv er um at verða klárur. Tað verður málað uttanfyri nú, og møblarnir eru eisini á veg. Og í hesi vikuni fara avvarðandi myndugleikar at hyggja umsóknirnar í gjøgnum, so at starvsfólkini kunnu setast. Og so skuldi onki mangla til tey 40 hepnu børnini, sum hava fingið pláss har ? onki uttan ein leiðari.