Undirvísing
Fríggjadagin fingu 25 nýggir pedagogar prógv á Føroya Læraraskúla.
Í samband við dagin høvdu teir sjálvir doypt skúlan um til Føroya Læraraskúla & Pedagogskúla.
Í røðu síni, tá prógvini vórðu handað í Læraraskúlahøllini, segði rektarin, Pauli Nielsen, at honum dámdi hetta als ikki so illa.
Í grundini tók hann so væl undir við hesum hugskotinum, segði hann, at hann hevði boðað avvarðandi myndugleikum frá, at hann sjálvur helt, at skúlin í framtíðini eigur at eita »Námssetur Føroya« og so nýta navnið á teimum ymsu útbúvingunum sum undirheiti.










