Pedagogar einfaldari sáttmála

Um eina viku skal nýggja lønarskipanin fyri allar limirnar í Føroya Pedagogfelag verða liðug og klár til undirskrivingar

 

SAMRÁÐINGAR

At gera eina nýggja lønartalvu fyri allar limirnar hjá Føroya Pedagogfelag, hevur verið eitt av stóru málunum, sum Føroya Pedagogfelag hevur arbeitt við. Og tíðliga týsmorgunin komu Føroya Pedagogfelag, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálastýrið ásamt um at gera eina slíka, eftir at partarnir høvdu samráðst síðani leygarmorgunin.

- Málið er at gera ein einfaldari sáttmála fyri okkara limir, við eini lønartalvu ístaðin fyri fýra. Í lønartalvuna verða so allir limirnir settir av nýggjum og har í kemur lønarhækkingin, sum verður tann sama fyri okkara limir sum hinir starvsbólkarnir á almenna arbeiðsmarknaðinum hava fingið, sigur Carita Björklund, forkvinna í Føroya Pedagogfelag.

Arbeiðast skal skjótt, tí longu 15. november skal avtalan verða liðug og undirskrivast. Partarnir sessaðust tískil við borðið gjáramorgunin at gera nýggju skipanina.

- Ein einfaldari sáttmáli er betri fyri allar partar, sigur Carita Björklund.

Forkvinnan í Føroya Pedagogfelag hevur ikki hug at gera aðrar viðmerkingar til samráðingarnar, sum hava verið, uttan, at tær hava verið harðar. Fyri tveimum vikum síðani slitnaðu tær. Semingsfólkini Gloria Kalsø og Jákup í Gerðinum komu síðani uppí.

Sáttmálin hjá Føroya Pedagogfelag fyri alt dagstovnaøkið fór úr gildi 1. mars, og ikki kann sigast annað enn, at striltið hevur gingið at fáa ein nýggjan sáttmála í lag. Veruligu samráðingarnar byrjaðu ikki fyrr enn í september, men tær bóru sum kunnugt onga leið.

Hetta er fyrstu ferð, at Pedagogfelagið hevur samráðst við kommunalar felagsskapir og Fíggjarmálastýrið undir einum. Hvørki lands- ella kommunalpolitikkarar hava víst seg undir samráðingunum ella semingsroyndunum. Hetta undrar Føroya Pedagogfelag, sum er næststørsta almenna fakfelag, almikið.