Frans pávi leggur nú upp til, at tað í familjuspurningum verður hægri til lofts og víðari til veggja í katólsku kirkjuni.
Framman fyri tíggjutúsundtals katolikkum helt pávin í gjárkvøldið eina røðu, har hann varisliga nart við fleiri familjuspurningar, ið áður hava verið umstríddir.
Tí kundi nógv bent á, at katólska kirkjan kanska fer at flyta seg eitt sindur í síni áskoðan, tá tað snýr seg um hjúnaband, sambúgvandi pør og hjúnaskilnað.
– Kirkjan er ein móður, ikki ein tænastumaður, ið kaldliga hevur eftirlit við, hvør heldur seg til reglurnar ella ikki, segði 77 ára gamli Frans pávi í røðu síni.
Fyri kortum gjørdi hann mong bilsin, tá hann gifti fleiri pør, sum høvdu »livað í synd« eftir tí áskoðan, katólska kirkjan annars hevur verið mest kend fyri frammanundan.










