Slapp at verja málið hjá Cherbourg mesta partin av tíðini

Eitt bjargað brotskast og 10 bjargingar vóru glottarnir hjá føroyska landsliðsmálverjanum í greiðum Cherbourg-tapi í kvøld

Føroyski landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen er í harðari kapping við fraklendingin, Ivah Gauthier at verja málið hjá Cherbourg í næstbestu fronsku hondbóltsdeildini.

 

Pauli Jacobsen vardi í málið mest sum alla tíðina, tá Cherbourg tapti stórt 22-34 fyri Nancy á útivølli. Nancy var á odda 14-8 í steðginum.

 

Pauli bjargaði 11 av 42 málroyndum, har ímillum einum brotskasti. Tað gav eitt bjargingarprosent uppá 26,19 prosent.

 

Cherbourg er fjórðaftast í deildini við bert fýra stigum.

 

Komandi fríggjakvøld spælir Cherbourg móti Villeurbanne á heimavølli. Villeurbanne hevur bert tvey stig, og tí skuldi vónirnar fyri einum heimasigri ikki verið sørar hjá Cherbourg.