Pauli skoraði heili 10 mál í heimasigri

Bæði Team Sydhavsøerne og HØJ vunnu sínar dystir í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld

Talan gjørdist um eitt gott kvøld hjá føroyingaliðunum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá monnum í kvøld.

 

Pauli Mittún og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne vunnu á heimavølli 32-28 á Skive. Í steðginum var heimaliðið á odda 16-15.

 

Tað lá sera væl fyri hjá Paula í kvøld, ið gjørdist toppskjútti hjá Team Sydhavsøerne við heili 10 málum.

 

Team Sydhavsøerne er nummar seks í deildini við 23 stigum. 

 

Landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen, Rói Berg Hansen og hinir liðfelagarnir í HØJ vunnu á útivølli stórsigur 37-23 á Odense. Í steðginum var HØJ á odda 16-12.

 

Pauli og Rói skutu eitt mál hvør fyri HØJ.

 

HØJ er triðfremst í deildini við 26 stigum. 

 

Hóskvøldið klokkan 18.30 verður granna- og føroyingauppgerð í Aarhus, tá Niklas og liðfelagarnir í Skovbakken taka ímóti liðnum hjá Teis Horn Rasmussen og Peter Krogh, Aarhus HC á heimavølli.