Pauli sigur NOY til Fólkaflokkin

Borgarstjórin í Vestmanna, Pauli T. Petersen, helt eina mergjaða flaggdagsrøðu í Vest­manna. Hóast hann er var­a­maður Fólkafloksins á tingi, so fingu samgongan og Fólkaflokkurin ein ord­ans frammaná frá hon­um. Um hann er vorðin jav­n­að­ar­mað­ur ­ella tjóðvelidsmaður, meld­ar søgan einki um. Men les­arin kann gera sínar egnu met­ingar:

»Føroya fólk hevur hetta sein­asta hálvtannað árið ver­ið eygleiðari til nógvar broyt­ingar í samfelag okkara, summ­ar góðar, og summar als ikki umhugsaðar og bara trum­l­aðar ígjøgnum av okkara hægstu mynd­ug­le­i­kum. Her kann nevnast skatt­alættin, ið ein­ans var latin teimum heilt fáu í sam­felag­num. Meiningin var, at man skuldi fáa gongd í bú­skapin aftur við at økja um privatnýtsluna, men hetta hev­ur sligið feil, tey við lág­um og miðal inntøkum fáa ongan skattalætta, og hava tískil ikki ráð at brúka meira, meðan tey há­løntu gjalda teirra lán niður, ella brúka hes­ar eyka pengar til m. a. at ferðast fyri. Er hetta rætt? Mítt svar er noy! Vit skulu hava eina tjóð, har øll kunnu liva und­ir somu villkorum, eisini fíggj­ar­korum.

Pensjónslógin, ið væntandi verð­ur samtykt seinri í ár, set­ur meiniga uppspararan í nógv verri støðu enn fyrr. Pen­sjóns­skatt­urin hækkaði 5% frá 35% upp í 40%, eisini verða kap­it­al­pen­sjón­ir avtiknar, og fólk verða tvungin at spara upp í lív­rentu og lutapensjón, ið við­førir, at Landið kann mót­rokna uppsparingina í fólk­a­pen­sjón­ini. Hetta gevur ein eyka skatt á 18%, so samlað kemur tann mei­n­igi før­oy­ing­urin at gjalda 58% í skatti av teirra pen­sjón.

Øll ráð frá IMF og heims­bank­a­num siga, at ein fyritreyt fyri einari burðardyggari pen­sjóns­skip­an er, at tað loysir seg at spara upp til pensjón.

Halda tit, at tað loysir seg at spara upp undir nýggju pen­sjóns­lógini? Mítt svar er Noy!

Halda tit, at henda skipan fer at vera haldbar? Mítt svar er Noy!

Nógv positivt er eisini at hóma, og er hetta merkt av sjálv­ari náttúruni, meira pel­a­gisk­ur fiskur, ið kann geva ­Før­oya landi munandi hægri inn­tøkur, um rætt verður borið at, men tíanverri er eisini her okk­urt spinnandi galið: tey, sum hava nokk av kvotum, fáa meira, og hava sentraliserað fisk­i­vinnuna í tveimum støð­um í landinum. Her verður ikki hugsað um, at tað, ið livir í havi­num, er fólksins ogn, ikki ogn hjá nøkr­um útvaldum. Bygdir sum Vestmanna kundu blóma, um hetta ríkidømið var deilt javnt millum før­oy­ingar, og so at siga allar bygd­ir/býir kundu blóma, og møguliga eisini havt fólk­a­vøkst­ur.«

(brot úr flaggdagsrøðuni, sum kann lesast á facebooksíðni hjá Paula Trond Petersen)