Pauli sigur farvæl á Skála

Tølini siga, at tað hevur verið øgiliga torført hjá HB, tá ið Skála hevur verið mótstøðuliðið

Seinnapartin verður Skála fyri síðstu ferð í hesum kappingarárinum á heimavølli. Fyri stuttum boðaði Pauli Poulsen frá, at hann verður ikki venjari í barndómsfelagnum næsta ár. Harvið er tað greitt, at dysturin ímóti HB í dag verður tann síðsti, har Pauli Poulsen er við róðrið á Skála – í hvussu so er í hesum umfarinum.

-Vit fegnast um, at vit hava tryggjað okkum plássið í bestu deildini. Ímóti B36 taptu vit 3-2, hóast vit vóru frammanfyri 2.1. Teir sektaðu okkara mistøk, men kortini var tað nógv at fegnast um, og vit eru fokuseraðir og arbeiða fyri at vinna sætta plássið, sum vit eru í tættari kapping um við Suðringar og EB/Streym. Vit hava vunnið trý stig fleiri, enn vit vunnu tilsaman í fjør, og tað hevði verið hugaligt, at lagt meiri aftrat, sigur Pauli Poulsen, venjari á Skála.

 

Jónhard Frederiksberg er skaddur, og Mamuka Toronjadze er farin heim til Georgia. Hann verður ikki við aftur í ár, og tað er sannlíkt, at hann fer ikki aftur at umboða Skála.

 

Í HB var tað stórt vónbrot at tapa 3-2 á heimavølli ímóti EB/Streymi.

-Tað sást, at annað liðið hevði plássið í deildini at spæla fyri, meðan tað ikki stóð so nógv uppá spæl hjá okkum. Tað er altíð týdningarmikið at enda væl, og tað ætla vit okkum at gera á Skála og so leygardagin ímóti B36, sigur HB liðformaðurin Johan Troest Davidsen.

Tróndur Jensen er tøkur aftur eftir leikbann. Ímóti EB/Streymi var stinni vongverjin Ári Mohr Jónsson ikki tøkur.

 

Tølini siga, at tað higartil í ár hevur gingið illa hjá HB ímóti Skála. Í øðrum umfari, 19. mars, endaði tað 0-0, og 18. juni vann Skála í trettanda umfari 2-1 í Gundadali.