Í dag spældu føroyski landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen, Rói Berg Hansen og liðfelagarnir í HØJ dyst á útivølli móti Rækker Mølle í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
Tað eydnaðist HØJ at vinna dystin 36-30. Í steðginum var HØJ á odda 16-11.
Talan er um sætta sigurin á rað hjá HØJ.
Samstundis tapti oddaliðið í deildini, Midtjylland ígjár 24-28 (13-17) fyri Tønder á heimavølli.
Midtjylland er framvegis oddalið í deildini við 33 stigum, men nú er HØJ nummar tvey við 32 stigum, og Grindsted er nummar trý, somuleiðis við 32 stigum. So spenningurin er sera stórur í oddinum.
Komandi fríggjakvøld klokkan 18.30 tekur HØJ móti liðnum hjá Leivi Mortensen, Janusi og Jónasi Djurhuus, FIF á heimavølli.











