Pauli og Cherbourg komu illa frá landi

Pauli Jacobsen og liðfelagarnir í Cherbourg spældu í kvøld fyrsta dystin í næstbestu deildini í Fraklandi hetta kappingarárið

Føroyski landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen bjargaði einum brotskasti av trimum møguligum, og bjargaði í opnum spæli tveimum av 17 málroyndum, tá hann og liðfelagarnir í Cherbourg taptu fyrsta dystin í næstbestu fronsku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið.

 

Cherbourg tapti á útivølli greitt 25-31 fyri Pontault. Í steðginum var Pontault á odda 18-13.

 

Kappingarneytin hjá Paula í málinum hjá Cherbourg, Ivah Gauthier bjargaði tríggjar av 17 málroyndum í opnum spæli, men bjargaði ongum brotskasti.

 

Liðfelagarnir hjá Paula skoraðu uppá fýra av fýra brotskøstum, men í opnum spæli skoraðu teir bara uppá 21 av 37 málroyndum.

 

Komandi fríggjakvøld spælir Cherbourg á heimavølli móti Valence. 16 lið eru í deildini, og tí skulu samanlagt 30 dystir leikast í deildini.