Pauli nýggjur í Norðurlandaráðnum

Løgtingið hevur valt umboðini í Norðurlandaráðið

Pauli Trond Petersen, Tjóðveldi, skal nú umboða Føroyar í Norðurlandaráðnum. 

 

Hetta skal hann gera saman við Jenis av Rana, Miðflokkurin, sum hevur sitið eina tíð.

 

Varafólk fyri Paula Trond Petersen, er Ruth Petersen, Framsókn, og fyri Jenis av Rana, er Bill Justinussen, Miðflokkurin, varamaður.