Pauli kennir mótstøðumenninar

Skála venjarin var inntil fyri tveimum vikum síðani venjari hjá mótstøðuliðnum í kvøld

Skála bíðar framvegis eftir fyrsta sigrinum. Í kvøld fáa Skála og nýggi venjarin, Pauli Poulsen, vitjan av KÍ og Eyðuni Klakstein. Pauli hevur allar fyritreytir at kenna mótstøðuliðið og venjaran. Inntil fyri stórari viku síðani var Pauli hjálparvenjari hjá KÍ, og harvið var hann næsti maður hjá Eyðuni Klakstein, tá ið hesin legði ætlanir um, hvussu KÍ skuldi spæla og hvørjir skuldu spæla.

-Stóran part av tíðini vóru vit sannførandi í 3-1 sigrinum ímóti EB/Streymi. Tað hevur kenst hugaligt tríggjar tær seinastu ferðirnar, og nú vóna vit, at tað eisini verður soleiðis í síðsta dystinum undan summarsteðginum. Men tað verður torført á Skála. Tað sóu vit, tá ið teir vóru í Klaksvík, og vit vunnu 1-0, sigur KÍ liðformaðurin Páll A. Klettskarð.

Hjá KÍ eru Henry Heinesen og Johan Jacobsen leikbannaðir. Jonas Flindt Rasmussen er framvegis skaddur, og Ísak Simonsen er ikki tøkur orsaka av skaða. Heðin á Lakjuni er við aftur eftir leikbann.

Setningurin hjá Skála er fyrst og fremst at halda tætt í verjupartinum.

-Tað hevur haltað í báðum endum, og tí eru vit fegnir um, at tað ímóti AB eydnaðist at halda tætt í verjuni. Hetta var avgjørt eitt stig á vegnum, og ímóti KÍ fara vit at byggja víðari á hetta avrikið. Um leikararnir halda fram við at trúgva upp á tað, og arbeiða soleiðis, sum teir gjørdu ímóti AB, so fara vit skjótt at vinna, sigur nýggi Skála venjarin, Pauli Poulsen, ið fegnast um, at Pauli G. Hansen hevur játtað at tikið eitt tørn aftrat á sentrala miðvøllinum.

Hjá Skála er Poul N. Poulsen langtíðarskaddur.