Høvuðsvenjarin hjá Skála, Pauli Poulsen fegnaðist um ein týdningarmiklan 1-0 sigur á AB, meðan AB-venjarin heldur fegnaðist um, at nú opnar flytingargluggin, og tí fær hann møguleikan at styrkja um liðið hjá AB til komandi dystirnar.
Høvuðsvenjarin hjá Skála heldur, at Skála hevði uppiborið sigurin í dag. Um avrikið hjá AB í dag staðfestir høvuðsvenjarin hjá AB, at talan var um eitt hitt vánaligasta avrikið hjá AB í hesum kappingarárinum.
Nú fer Pauli Poulsen at fyrireika sínar menn at stríðast fyri at verða røttumegin niðurflytingarstrikuna, tá summarsteðgurin byrjar 24. juni. Trygvi Mortensen í sínum lagi fer við einum styrktum liði at royna at gera ein vørr ímóti HB í komandi umfari.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Pauli Poulsen og Trygvi Mortensen høvdu at siga við Trónd Arge aftaná 1-0 sigurin hjá Skála á AB.