Pauli Poulsen takkaði í fjør fyri seg, eftir trý og eitt hálvt ár sum venjari hjá Skála. Hann segði tá, at hann hevði hug at royna okkurt nýtt. Tann møguleikan fekk hann í 07 Vestur, sum stríðist við at vinna sær fast pláss í bestu deildina.
(Brot úr grein í Sosialin mikudagin 19. september)
Liðið megnaði í fjør at yvirliva, men tað er við góðari hjálp frá næstbestu liðnum hjá KÍ og NSÍ, sum bæði endaðu frammanfyri B68 í 1.deild. Tað merkir, at bara AB flytur upp, tí tað er ikki møguligt at flyta upp, um tú ikki ert í topp trý í næstbestu deildini.
Kappingarárið í ár hevur ikki eydnast so væl, sum tey í felagnum helst høvdu ynskt. Tað gekk strilti at fáa fyrsta sigurin. Ikki fyrr enn í 12. umfari bragdaði, tá liðið vann 4-1 á Skála. 07 Vestur hevur nú 10 stig á 10. plássi, men tað eru bara tvey stig upp til argjamenn á níggjunda plássi. Hetta kann verða nokk til at yvirliva í deildini.
- Tað skuldi verða nú
Hóast avrikini hava verið á eini leið í seinnu hálvu, so valdi Pauli Poulsen mánadagin at leggja frá sær sum venjari hjá 07 Vestur.
- Skuldi tað verða ein broyting, og skal ein avloysari hava nakran kjans, so kann tað ikki verða seinni enn hetta. Tað er við vón um, at nýggjur persónur og nýggj rødd kann rista eitt sindur í, sigur Pauli Poulsen við Sosialin, og leggur afturat:
- Hetta er mín avgerð. Eg føli, at hetta er tað besta fyri liðið. Nú hevur ein nýggjur venjari eina viku til dystin móti AB, men eg hugsi eisini um nakrar av komandi dystunum, sum eitt nú EB/Streymur og Suðringar á heimavølli. Skal ein venjari hava møguleika at gera mun, so mátti hetta henda nú, sigur Pauli Poulsen.
07 Vestur hevur 10 stig á 10. plássi. Argjamenn hava 12 stig á níggjunda plássi. Sum støðan er í 1.deild, so er væl hugsandi, at nummar níggju í Betri deildini hjá monnum yvirlivir. Komandi sunnudag verður botnbrak á Argjum, tá AB tekur ímóti 07 Vestur.
Sigtór tekur við
Tað verður Sigtór Petersen, sum skal venja 07 Vestur restina av kappingarárinum. Hann tók eisini við í fjør, tá Trygvi Mortensen legði frá sær. Tá vann 07 Vestur tríggjar av fýra teimum seinastu dystunum og yvirlivdi, meðan ÍF flutti niður.
Fyrrverandi verjuspælarin í felagnum er bara 30 ára gamal, men hevur víst seg at rakt rætt oftani, tá hann hevur staðið við róðrið. Hann er í løtuni í holt við venjaraprógvini hjá Fótbóltssambandinum.
Skráin hjá 07 Vestur:
AB – 07 Vestur (23/8)
B36 – 07 Vestur (26/8) Útsettur dystur
NSÍ – 07 Vestur (30/9)
07 Vestur – KÍ (6/10)
07 Vestur – EB/Streymur (21/10)
Suðringar – 07 Vestur (27/10)










