Pauli G. Hansen aftur í EB/Streymi

Heimasíðan hjá felagsliðnum úr Sundalagnum skrivar, at sáttmálin er galdandi fyri tað, ið eftir er av kappingarárinum.

 

Pauli G. Hansen hevur vant við EB/Streymi seinastu vikurnar, og verið við í onkrum venjingardysti, men sáttmálin kom upp á pláss í gjárkvøldi. Hetta merkir, at Pauli G. Hansen er tøkur til dystin hjá EB/Streymi á Argjum í kvøld, og sambært heimasíðuni hjá EB/Streymi, verður skálamaðurin helst við í hópinum móti AB.

 

Pauli G. Hansen, sum er skrásettur fyri nakrar landsdystir, hevur altíð spælt við Skála, uttan í fjør, tá hann, eins og nú, umboðaði EB/Streym.