Pauli fer nú at spæla í fremstu deildini í Noregi

19 ára gamli føroyski landsliðsspælarin fer nú at spæla í Kristiansand

Tað er nógv lív og nógvur dynamikkur í føroyskum hondbólti.

 

Manslandsliðið stóð seg fyri stuttum ógvuliga væl í HM undankapping. Tá var ein av sera eyðsýndu spælarunum 19 ára gamli Pauli Mittún í H71.

 

Eftir øllum at døma hava teir í Kristiansand í Noregi verið millum tey, sum hava eygleitt føroyska spælskiparan.

 

Sambært heimasíðuni trok.fo, sum skrivar nógv um føroyskan hondbólt, er sáttmáli skrivaður millum Paula Mittún og Kristiansand Tophåndball, sum er felag í bestu norsku deildini. Talan er um tvey ára sáttmála, sum ber við sær, at Pauli fer at umboða Kristiansand kappingarárinum 2022 – 2023 og 2023 – 2024.

 

Á heimasíðuni trok.fo er samrøða við Paula Mittún.