Paul Watson ger í kvøld púra greitt, at hann hevur ongar ætlanir um at svara spurninginum, ið nógvir føroyingar hava undrast yvir.
- Hvør er tað, ið umsetur føroyskar greinar fyri Sea Shepherd?
Tað ger hann greitt á facebook, har hann vísir til eina grein á Norðoya Portalinum, ið viðger júst tann spurningin.
- Tað er eitt loyndarmál, men tað hoyrir til njósnara, at teirra samleiki er duldur. Tað er eingin grund at hava loynilig sambond, um fólkini, ið tú njósnast móti, vita hvørji tey eru, skrivar Paul Watson.
Nú er tað ikki júst óvæntað, at Paul Watson ikki er sinnaður at avdúka, hvør tað er, ið umsetur greinar fyri hann, og tað nevnir hann eisini fleiri ferðir í dagføringini.
Í dagføringini leggur hann eisini dent á, at teir føroyingar, ið stuðla Sea Shepherd, ikki hava nakað at skammast yvir, men stuðla í veruleikanum grindahvalunum.
- Tað tykist ikki sum at nakar hevur ein ringan smakk í munninum, men tað er tí, at eingin teirra etur eitraða grind og delfintvøst. Eg havi ikki gagn av hesum, men hetta er til gagns fyri hvalirnar, hvørs lív verða ofrað í navninum hjá eini fornari siðvenju, ið ikki hoyrir til í 21. øld, skrivar Paul Watson.