Tað upplýsir grønlendska løgreglan.
Paul Watson varð handtikin í Nuuk 21. juli, og hevur hann síðani sitið varðhaldsfongslaður.
Tað var eftir altjóða handtøkuboðum úr Japan, at Paul Watson varð handtikin í Nuuk, har hann kom við skipi sínum John Paul Dejoria.
Danska stjórnin hevur fingið fleiri mótmæli, bæði frá høgum og lágum, eitt nú frá franska forsetan, Emmanuel Macron. Tey krevja, at Danmark letur Paul Watson leysan, tí hann er ein stríðsmaður, sum verjir hvalir kring heimin.
Japan vil hava Paul Watson útflýggjaðan og ákærdan vegna eina hending í Antarktis í 2010.
Japanskir myndugleikar halda, at hann leyp á japanskar hvalaveiðumenn, sum fangaðu og drupu hval og forðaði teimum í at gera tað.
Hann er eisini skuldsettur fyri at hava verið við til at elva til skaða á ein persón.
Watson noktar seg sekan.