Hetlendingar hava í dag lagt hald á Steve Irwin, skipið hjá Paul Watson.
Tað skrivar Shetland News í kvøld.
Sostatt sleppur hann ikki til Føroya hetta vikuskiftið, soleiðis sum hann ætlaði.
Tað verður sostatt í fyrsta lagið mánadagin, at Sea Shepherd fólkini sleppa úr Hetlandi.
Tá fara løgfrøðingar at tingast um, hvussu nógv, Sea Shepherd skal rinda fyri at skipið kann latast leyst.
Paul Watson fýlist á, at halda varð lagt á skipið klokkan 16.30 í dag og tá var ov seint hjá løgfrøðingunum at taka samráðingar upp.
Tað er eitt stórt fiskivinnufelag á Malta, sum fæst við tunfisk, ið hevur kravt, at hald verður lagt á Steve Irwin.
Felagið hevur stevnt Sea Shepherd eftir endurgjaldið, tí umhvørvisfelagsskapurin skrætt nótir hjá teimum í fjør.
Paul Watson ivast ikki í, at hann vinnur sakarmálið um endurgjaldið, tá ið tað kemur í rættin, men til tá, noyðist hann at veita trygd fyri pengunum.
Ikki verður upplýst, hvussu stóra uphædd, talan er um.
Men til Steve Irwin er latin leysur, heldur Paul Watson fram við hinum skipinum, Brigitte Bardot.