Paul Watson rósar føroysku løgregluni

Hon tekur stúranina hjá Sea Shepherd umboðunum í álvara og handla, tá tað er neyðugt.

Í langari viðmerking í dag, rósar Paul Watson føroysku løgregluni fyri handfaringina av álopinum á Sergio Toribio. Hann kallar føroysku løgregluna fyri rættvíssa og professionella.

- Hon tekur stúranina hjá Sea Shepherd umboðunum í álvara og handlar, tá tað er neyðugt.

 

Hann samanber viðferðina Sea Shepherd fáa í Føroyum, í Kanada og í Japan, og sigur, at hóast onkrir føroyingar rópa onkur ókvæmisorð eftir teimum, so er tað lítið í mun til, hvat tey uppliva í Kanada og Japan. Meðan løgreglan í Føroyum er rættvís, ákærir hann løgregluna í Kanada og Japan fyri at buka Sea Shepherd umboð, og fyri at verja onnur, ið gjørdu seg inn á tey. Men ikki er so í Føroyum. Einans ein føroyingur hevur lyft hond móti teimum, sigur hann, og løgreglan bóru seg fyrimyndarliga at í tí førinum.

 

Annars sigur Paul Watson, at føroyingar flestir eru vinaligir og friðarligir. Tey eru ómetaliga fitt, fyrikomandi og opin fyri øðrum sjónarmiðum, og til tíðir kann tað vera torført at skilja, at eitt so friðarligt fólk kann luttaka í nøkrum so ræðuligum sum grindadrápinum.

 

- Vit bera ongan illvilja móti føroyska fólkinum, og vit halda, at burtsæð frá grindadrápinum, so liva føroyingar eitt merkisvert friðarligt og undranarvert lív. Landið er óvanliga grønt og vakurt, og havið óspilt og blátt, og verður enn meiri so, tá reyði liturin eina ferð med alla er burturbeindur frá strondunum og vatninum, sigur Paul Watson at enda.