Paul Watson meldar seg úr Sea Shepherd í USA

Sea Shepherd í USA og Paul Watson eru ikki samd um leistin hjá felagsskapinum, og nú vinkar stovnarin farvæl til amerikansku deildina.

Paul Watson meldar seg úr Sea Shepherd Conservation Society í USA, sum hann sjálvur stovnaði í 1977.

 

– Tað er ein stórur lætti at kunna fortelja, at eg havi brotið alt samband við felaggskapin, skrivar hann í einari dagføring á Facebook.

 

Hann skrivar víðari, at hann síðan 1977 hevur vígt alt sítt lív til tað arbeiðið, tey í felagsskapinum gera við biodiversiteti í havinum. Sum vit vita í Føroyum, fevnir arbeiðið hjá felagsskapinum eitt nú um at ávirka føroyingar til at steðga at drepa grind. Men hetta arbeiðið ætlar hann ikki at gera saman við amerikansku deildini longur. 

 

– Seinastu árini eri eg spakuliga blivin lítilsgjørdur frá tí felagsskapinum, eg stovnaði í USA. Eg bleiv koyrdur úr leiðsluni, míni ráð vórðu ignorerað, mínir tøttu starvsfelagar blivu uppsagdir, og stjórar, ið stuðlaðu mær, blivu koyrdir frá, sigur Paul Watson.

 

Eisini sigur hann, at hann bleiv noktaður at skipa fyri átøkum og at tosa alment um sínar sterku meiningar. Hann finst at leistinum, sum nýggja leiðslan í USA leggur seg eftir og saknar tann leistin, sum hann plagdi at leggja fyri dagin.

 

Paul Watson meldar seg tó ikki heilt úr Sea Shepherd felagsskapinum, tí hann heldur fram sum stjóri fyri Sea Shepherd Global, sum er altjóða deildin.