Kemur Paul Watson til Føroya, tykist tað vera púra greitt, at hann verður handtikin. Tað varð staðfest í tíðindunum á Rás2 nú á miðdegi.
Illa umstríddi oddamaðurin í Sea Shepherd, hevur boðað frá, at hann ætlar sær til Føroya í næsta mánað í sambandi við stóru herferðina hjá felagsskapinum ímóti grndadrápi.
Men Rás2 staðfestir, at altjóða løgreglusamstarvið Interpol, leitar eftir Paul Watson í tveimum umførum, fyri brotsverk í Kosta Rika og í Japan. Á heimasíðuni hjá Interpol sæst, at Paul Watson stendur á yvirlitinum yvir eftirlýstar persónar – sokallaða Wanted-listin.
Peter Thaysen er chefpolitiinspektørur og spurdur ítøkiliga, um Paul Watson verður handtikin, vísir hann seg í Føroyum, svarar Peter Thaysen: - Kemur Paul Watson til Føroya, uttan at hann er kannaður aðrastaðni, og løgreglan í Føroyum ger persónseftirlitið, og staðfestir, at ein aktuell eftirlýsing er, handla vit út frá tí.
Chefpolitiinspektørurin svarar sostatt ikki ítøkiliga spurninginum. - Men tá ið tað er ein sannroynd, at Watson er eftirlýstur í tveimum umførum av Interpol, og at løgreglan í Føroyum samstarvar við Interpol, ber til at staðfesta, at leiðarin hjá Sea Shepherd verður handtikin, kemur henda vegin, tí ein aktuell eftirlýsing er av manninum, sum Peter Thaysen tekur til.
|