Paul Watson er púra kúrrur

Paul Watson skrivar einki til sínar fjepparar, nú Sea Shepherd ikki er á staðnum.

Tá grindaboð var í Kalsoyarfirði fyrr í vikuni hevði leiðarin í Sea Shepherd, Paul Watson, sjey dagføringar innan tveir tímar, meðan hansara fólk gjørdu sítt til, at grindin slapp.


Nú tað eru nærum tveir tímar síðani, at føroyskir fjølmiðlar skrivaðu um grindina eystanfyri Mykines, er Paul Watson púra kúrrur.


Heldur ikki er nakað skip hjá felagsskapinum at síggja nærhendis grindini. Sam Simon er í løtuni í Lerwick í Hetlandi, og Brigette Bardot var fyrr í dag sædd eystanfyri Nólsoynna við fullari ferð vestureftir.


Seinasta dagføringin hjá Paul Watson er fyri seks tímum síðani, tá hann skrivaði um, at teir báðir limirnir í felagsskapinum, ið vórðu handtiknir í Kalsoyarfirði, skuldu í rættin í dag.