Paul Scholes spælir aftur fyri Manchester United

Manchester United boðar í dag frá, at 37-ára gamli Paul Scholes hevur tikið fótbóltsskógvarnar av hillini og verður partur av hópinum hjá Manchester United restina av hesum kappingarárinum. Tað váttar heimasíðan hjá felagnum.

 

Tað kom óvart á fótbóltsheimin, tá tað fyrr í dag gjørdist greitt, at Paul Scholes aftur fer í fótbóltsskógvarnar. Manchester United hevur havt ávísar trupulleikar á miðvøllinum í ár orsaka av millum annað skaðum. Felagið hevur eisini verið sett í samband við fleiri leikarar, men nú hevur Sir Alex Ferguson valt at loysa trupulleikan við at fáa Paul Scholes á vøllin aftur.

 

- Tað er fantastiskt at Paul hevur tikið hesa avgerðina. Tað er altíð harmiligt at síggja góðar leikarar gevast, men serliga tá teir gevast tíðliga. Paul er væl fyri likamliga og eg havi altíð mett at hann hevur eitt kappingarár eftir í sær, sigur Sir Alex Ferguson við heimasíðuna.

 

Paul Scholes verður á bonkinum móti Manchester City í dag í triðja umfari í ensku steypakappingini, FA Cup.

 

- Tað hevur verið mær greitt síðani eg gavst í fjør, at eg sakni at spæla fótbólt. Eg fegnist um at venjarin metir at eg hava nakað at geva liðnum, og eg gleði meg at sleppa at hjálpa felagnum, sigur Paul Scholes.

 

Hann hevur spælt heilar 676 dystir fyri Manchester United og skotið 150 mál. Hann var partur av sokallaða “Class of 92”, sum var ein serstakliga góður árgangur hjá felagnum, ið taldi leikarar sum Ryan Giggs, David Beckham, Nicky Butt, Phil Neville og Gary Neville. Hann náddi eisini at spæla 66 landsdystir fyri Ongland og skjóta 14 mál áðrenn hann gavst.