Tað kom sum ein bumba, tá Sir Alex Ferguson undan grannauppgerðin móti Manchester City í FA Cup í januar boðaði frá, at Paul Scholes hevði funnið fótbóltsskógvarnar fram aftur. Nú boðar Sir Alex Ferguson frá, at hann eisini heldur fram komandi ár.
Paul Scholes, sum í dag er 37-ára gamla, hevur somuleiðis verið upp á tal til enska landsliðið. Fabio Capello royndi at yvirtala miðvallaran at koma við til HM endaspælið í 2010, men Paul Scholes takkaði nei.
- Avtalan er komin upp á pláss. Paul Scholes heldur fram. Hann veit at hann gjørdi ein feil tá hann gavst. Hann veit nú, at um hann spælir 25 til 30 dystir í komandi kappingarári, so megnar hann at halda eitt høgt støðið, sigur Sir Alex Ferguson við MUTV.
Paul Scholes hevur sambært Sky Sports spælt 17 dystir síðani hann kom aftur. Av teimum hevur hann vunnið 14 og skotið fýra mál.
Spurningurin er nú um enski landsliðsvenjarin, Roy Hodgson, eisini fer at ringja til reyðhærda miðvallaran og bjóða honum við til Ukreina og Póllands í summar. Tað man ikki gera støðuna verri, at fyrrverandi liðfelagin og vinmaðurin, Gary Neville, nú er partur av venjaratoyminum.