Paul McCartney í Spaniastovu

Í kvøld klokkan 21 er aftur høvi til at hoyra fleiri av bestu og kendastu sangunum, sum Paul McCartney hevur skrivað. Hann fyllir 70 nú mánadagin, og konsertin í kvøld er honum til heiðurs, eins og væleydnaða konsertin í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið var tað.

Tónleikabólkurin X-mas úr Klaksvík, sum áður hevur spælt John Lennon løg og løg eftir Bob Dylan og Freddy Mercury, stendur fyri tónleikinum og hevur so nakrar góðar gestasangarar aftrat, sum eru Hans Andrias Jacobsen, Karl Martin Samuelsen og Hanus G. Johansen.

Manningin í X-mas er annars Rani Nolsøe, gittar og sang, Páll Sólstein, tangentar, Mikkjal Hvannastein, gittar, Jógvan Fróði Baldvinson, bass, og Jens Pauli Joensen, trummur, so hetta eru royndir tónleikarar, ið tulka ein av teimum størstu í tónleikasøguni.

Umframt sang og tónleik, hevur Andras Sólstein ein stuttan fyrilestur um lívið hjá Paul McCartney, og hóast bæði Beatles- og Wings-fjepparar munnu vita tað nógva um 70 ára føðingardagsbarnið, veit Andras óivað okkurt forkunnugt at leggja aftrat.

Til konsertina í kvøld klokkan 21, sum verður í Spaniastovu í Klaksvík, ber til at fáa fatur í atgongumerkjum í Leikalund – væl at merkja, um nøkur eru eftir. Báðar konsertirnar eru annars í samstarv millum Norðurlandahúsið og Leikar í lund.