Paul McCartney næstan tvífaldað inntøku sína

69 ára fyrrverandi gamla Beatles-stjørnan fekk næstan dupult so nógvar pengar í 2011, sum hann fekk í 2010. Hetta árið hevur hann tjent umleið 275 milliónir danskar krónur. Í 2010 tjenti hann 150 milliónir, so munurin er sera stórur.

 

Men fleiro pengar merkja ikki, at McCartney fer at leggja meira av til sín sjálva. Í 2010 brúkti hann 6,7 milliónir pund upp á seg sjálvan. Í ár hevur hann einans nýtt 1 millión pund. Eisini hóast hann fyrr í ár giftist Nancy Shevell, ið hevur arvað nógvar pengar og er stjóri í flutningsfyritøkuni hjá pápa sínum.

 

Í Februar fer McCartney at geva út eina nýggja fløgu. Á fløguni eru fyri tað mesta bert sangir, ið hava givið honum íblástur til at verða sangskrivari. Hetta er ein dreymur, sum McCartney hevur havt í langa tíð.

 

– Um eg ikki gjørdi tað nú, hevði tað ongantíð blivið til nakað, sigur McCartney sjálvur.

 

Skrivað hevur Neli Heldarskarð