Paul Krugman fær Nobel virðislønina í búskapi

55 ára gamli amerikanski professarin er eitt nú kendur fyri at finnast at óskipaðari búskaparligari liberalismu Tað verður amerikanski professarin, Paul Krugman, sum í ár verður løntur við búskaparligu Nobel heiðurslønini. Saman við heiðrinum fær professarin 10 milliónir svenskar krónur, sum svara til 7,7 milliónir danskar krónur.

Heiðurslønina fær Krugman fyri at samanfata greiningar av handilsmynstrum og plássum við búskaparligum virkni.

Nobel nevndin vísir í grundgeving síni á, at Krugman hevur grundað nýtt ástøði, sum greiðir frá, hvat tað er, sum er orsøkin til urbanisering ella býarmenning kring allan heimin.

Sagt verður, at Paul Krugman í sínum arbeiði hevur savnað økini altjóða handil og búskaparlig geografi.

55 ára gamli Krugman er professari í búskapi og altjóða sambondum í Princeton University í USA, og hann er eitt nú kendur fyri at vera markantur atfinnari ímóti búskaparligari liberalismu. Seinastu árini hevur hann verið viðmerkjari í New York Times, og har hevur hann ofta víst á, hvørjar hann sær at vera størstu trupulleikarnar við óskipaðum marknaðarbúskapi.