Nýggi venjarin hjá Blackburn, har Gunnar Nielsen hevur spælt seinasta árið, vil fegin hava meira tíð til at fáa neyðugu úrslitini. Hann loysti av Mark Hughes í venjarasessinum í summar, og fyrireikingarnar eru nú komnar at enda, áðrenn Premier League byrjar aftur leygardagin. Ince staðfestir, at órógv er í skiftirúminum, og at hann ikki kann góðtaka atfinningarnar mótvegis honum. – Vit hava ikki fingið arbeiðsfrið, tí fólk fegin vilja geva okkum trupulleika. Tað er hvørki rætt ella fair, sigur Ince við The Sun.










