Fótbóltur
Tað varð ikki væl sæð í øllum eygum, tá ið Blackburn í juni setti Paul Ince sum venjara í felagnum. Hann kom til felagið eftir eina tilveru sum venjari hjá Milton Keynes Dons úr triðbestu deildini, og í Blackburn hevur hann staðið seg so illa, at leiðslan í dag valdi at koyra hann frá.
Blackburn liggur í løtuni á næstaftasta plássi í Premier League.
Fyrrverandi venjarin í Blackburn, Graeme Souness, verður nevndur sum ein møguligur avloysari.