Patrikhatrik: Njóti fótbóltslívið

Tað sigur Patrik Johannesen, sum skoraði hattrik í venjingardysti í gjár

Ungi tvøramaðurin skifti í vetur til Florø í næstbestu deildini í Noreg. Eftir eitt gott kappingarár við 16 málum fyri B36, valdi norska felagið at keypa landsliðsframherjan leysan. Í dag bar á mál, tá hann skoraði ikki færri enn trý mál í venjingardysti.

 

Málini í dystinum síggjast við at trýsta á HER

 

Florø spældi í dag venjingardyst móti Hødd, sum spælir í triðjbestu deildini í Noreg. Fyrrverandi felagið hjá Rógva Jacobsen leggur nógv fyri í royndini at koma upp í næstubestu deildina. Tí telja málini hjá Patriki Johannesen heilt fitt.

 

- Hetta var mín seinasti venjingardystur undan kappingarbyrjan. Tað er hørð kapping um plássini, so tú mást alltíð gera títt besta. men eg havi góðar vónir, sigur Patrik Johannesen, sum nú skal við landsliðnum til Spania á venjingarlegu.

 

- Mær dámar væl fótbóltslívið, so tað ætli eg mær at njóta í nøkur ár, leggur tvøramaðurin afturat.

 

Les meiri um Patrik Johannesen og fyrstu tíðina í Florø í ÍtróttarSosialinum mánadagin.