Patrik vann á Kaj Leo og Hallur vann á Gunnar

Tvær føroyingauppgerðir vóru leiktar í bestu íslendsku fótbóltsdeildini í kvøld

Tvær føroyingauppgerðir vóru á skránni í bestu íslendsku fótbóltsdeildini í kvøld.

 

Kaj Leo í Bartalsstovu og liðfelagarnir tóku á Akranesi móti Patriki Johannesen og liðfeløgunum í Keflavík. Keflavík vann dystin 2-0 við einum máli í hvørjum hálvleiki. Sambært Morgunblaðnum hevði Patrik Johannesen onkra góða roynd á málið hjá Akranesi. Miðskeiðis í seinna hálvleik fekk Patrik gult kort fyri at fella Kaj Leo.

 

Akranes 0 - 2 Keflavík

 

 0-1 Dani Hatakka ('12)

 

 0-2 Kian Williams ('67)

 

Á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfirði tóku Gunnar Nielsen og liðfelagarnir í FH móti Halli Hansson og liðfeløgunum í KR. Hallur og liðfelagarnir í KR vunnu 3-2 í ein málríkum dysti. Sambært Morgunblaðnum hevði Hallur ein sera góðan stútara, ið rakti stongina hjá FH. 

 

Hallur og liðfelagarnir hava bert trý stig upp til annað plássið, meðan tað eru heili 10 stig upp til fyrsta plássið, har Breiðablik hevur 24 stig fyri átta dystir. 

 

FH 2 - 3 KR

 

 0-1 Kjartan Henry Finnbogason ('7)

 

 0-2 Kjartan Henry Finnbogason ('33)

 

 1-2 Kristinn Freyr Sigurðsson ('36)

 

 1-3 Finnur Orri Margeirsson ('55, sjálvmál)

 

 2-3 Logi Hrafn Róbertsson ('88)

 

15. juni verður sambært leikskránni aftur føroyingauppgerð tá KR tekur móti Akranesi í Reykjavík. Dagin eftir tekur FH móti Leiknum, og Keflavík tekur móti Stjørnuni á heimavølli. 

 

Støðan:

 

Nr.Lið: DystirVJTMálmunurStig
1Breiðablik880025:824
2Stjarnan852117:1017
3KA851212:616
4Víkingur R.951319:1616
5KR842212:814
6Valur841314:1113
7Keflavík931514:1710
8Fram822414:218
9FH821512:157
10Akranes81347:176
11ÍBV80356:143
12Leiknir 80354:133