Patrik skuldi ikki verið útvístur

Bæði Teitur M. Gestsson og Tórður Thomsen eru samdir

Fótbóltsprátið eftir minniligu grannauppgerðina í Gundadali hósdagin hevur ikki lagt seg enn. Hvar tú so vendir tær, so tykjast fótbóltsáhugaði at tosa um dystin og hendingar í og rundan um seinnu hálvfinaluna, sum B36 vann 3-2 á HB við níggju monnum ein part av dystinum.

 

Les eisini: (SportBoxin) Tórður og Teitur vitja Rás2

 

Ein tann mest umtalaða støðan í dystinum er, tá framherjin hjá B36, Patrik Johannesen, fær sítt seinna gula kort. Hann fær tað seinna gula kortið fyri at tveita seg, ella at søkja brotsspark, í eini støðu, har hann og Lukasz Cieslewicz eru leysir móti málinum.

 

Les eisini: Tórður og Teitur velja bestu málmenninir

 

- Hatta er torført at meta um. Tað er ongin iv um, at tað er kontakt, men eg dugi ikki at siga um tað er brotsspark ella ikki. Eg haldi at hann rennur inn í meg, men eg vil siga at gult kort tykist ekstremt hart í hasi støðuni, sigur Teitur M. Getsson, málverji hjá HB.

 

Hann var saman við málverjanum hjá B36, Tórðuri Thomsen, gestur í SportBoxini, sum er sending á Rás2. Eisini málverjin hjá B36 heldur, at Patrik Johannesen er óheppin, at hann hann bleiv útvístur.

 

Les eisini: HB liðskiparin útvístur: Eg havi dummað meg

 

- Eg haldi faktist, at tað var øgiliga gott málmansspæl av Teiti. Hann hevur kemur væl út, men eg veit heldur ikki um eg haldi tað er brotsspark, men gult kort er tað aldrin, sigur Tórður Thomsen.

 

Teir halda báðir, at tað er lætt at fáa brotsspark í eini slíkari støðu, tí málverjin kemur út við ferð. Tað ber ikki til at siga so nógv út frá eini mynd, men her sæst so, at talan er um kontakt millum málverjan hjá HB og Patrik Johannesen.

 

Bæði Patrik Johannesen og Eli F. Nielsen blivu útvístir í dystinum, men kunnu spæla við í steypafinaluni. Reyð kort eru bara galdandi fyri næst komandi dyst. Tó kann B36 og NSÍ fáa leikbann til finaluna, um spælarar hjá teimum fáa reytt kort í dystinum undan finaluni – ella longri leikbann, sum gongur útyvir finaluna síðst i august.