Patrik Johannesen sum er úttikin til landsliðið skoraði eitt framúr vakurt mál fyri lið sítt, Egersund í triðbestu norsku fótbóltsdeildini farna vikuskiftið.
Egersund var aftanfyri 0-2 móti Notodden í steðginum, men tá 18 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki fekk Patrik spenning í dystin aftur við at medda eitt beinleiðis fríspark í málið til støðuna 1-2. 10 minuttir seinni skoraði Notodden til 1-3, og tað gjørdist endaliga úrslitið av dystinum.
Egersund er á næstfremsta plássinum í bólki 2 í triðbestu norsku deildini við 48 stigum. Egersund er trý stig frammanfyri Arendal sum hevur 45 stig.
Í seinasta umfarinum 14. november møtast Arendal og Egersund í Arendal. Tá er Patrik burtur við landsliðnum. Megnar Egersund javnleik tryggja teir sær annað plássið og rættin at spæla upp- og niðurflytingardystir móti einum liði í næstbestu deildini.
Patrik Johannesen hevur skorað 13 mál í 21 dystum fyri Egersund hetta kappingarárið.
Í bólki 1 hava Jann Benjaminsen og liðfelagarnir í Hødd tryggjað sær annað plássið, og teir skulu tí spæla upp- og niðurflytingardystir móti einum liði í næstbestu deildini.
Farna vikuskiftið vann Hødd 3-1 á Moss á útivølli. Jann Benjaminsen skoraði til 3-1 í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat.
Hødd er næstfremst við 57 stigum og hevur 11 stig niður til Asker sum er triðfremst.
Jann Benjaminsen hevur skorað fýra mál í 24 dystum fyri Hødd hetta kappingarárið.