Klæmint gjørdist hetjan hjá Breiðablik í yvirtíðini - Patrik skoraði eisini

Breiðablik var á odda 3-0 og 4-2, og stóð við javnleiki 4-4, men í yvirtíðini slóg Klæmint Andrasson Olsen til

So brast fyri nev hjá Klæminti A. Olsen í Bestudeildini í Íslandi

Patrik Johannesen byrjaði inni, og hann skoraði annað málið fyri Breiðablik, og var skiftur út tá Klæmint A. Olsen kom á vøllin, og fekk debut í bestu íslendsku fótbóltsdeildini, og gjørdist tann heilt stóra málhetjan í kvøld. 

 

Breiðablik vann í einum ótrúligum dysti á heimavølli 5-4 á Fram, men hevði Breiðablik borið seg rætt at var tað ongantíð blivið so spennandi.

 

Breiðablik førdi bæði 3-0 og 4-2, men Fram megnaði fyrst at minka um munin til 3-2, og síðani at javna til 4-4. 

 

Tað sá út til, at Breiðablik bert fór at fáa eitt skallut stig, men so kom gamli málrevurin úr Rituvík íslendsku meistarunum til hjálpar langt inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.

 

Tá 95 minuttir vóru farnir kom eitt hornaspark inn í brotsteigin hjá Fram, har Klæmint hegnisliga stútaði bóltin framvið málverjanum hjá Fram og í netið til ótrúliga endaúrslitið 5-4 til Breiðablik.

 

Hetta hava verið nakrar harðar vikur fyri Klæmint, og fegnast allar Fótbólts-Føroyar um, at honum var untur hesin stóri hetjuleikluturin í kvøld.

 

Klæmint hevur higartil bert spælt 13 minuttir í Bestudeildini, men nú er so steinsikkurt, at tað fer at leggjast aftrat spælitíðini hjá honum í Breiðablik. 

 

Frásøgumennirnir hjá Vísir/Støð 2 staðfestu, at sigursmálið hjá Klæminti var ein framúr góður stútari. Frásøgumennirnir staðfestu eisini, at talan eru um ein hin mest ótrúliga dystin í bestu íslendsku fótbóltsdeildini nakrantíð.

 

Málið Patrik skoraði til 2-0 til Breiðablik var eitt væl plasserað skot.

 

Breiðablik 5 - 4 Fram

 

 1-0 Stefán Ingi Sigurðarson ('4)

 

 2-0 Patrik Johannesen ('24)

 

 3-0 Stefán Ingi Sigurðarson ('28)

 

 3-1 Guðmundur Magnússon ('42)

 

 3-2 Már Ægisson ('52)

 

 4-2 Stefán Ingi Sigurðarson ('53)

 

 4-3 Fred Saraiva ('61)

 

 4-4 Magnús Þórðarson ('76)

 

 5-4 Klæmint Andrasson Olsen ('95)

 

##med2##

 

 

 

So brast fyri nev hjá Klæminti A. Olsen í Bestudeildini í Íslandi

Patrik Johannesen skoraði í kvøld fyrsta málið fyri Breiðablik í Bestudeildini