Í kvøld gjørdist Patrik Johannesen fyrsti føroyingurin at røkka einum tveysiffraðum tali av málum í einum kappingarári í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.
Patrik og liðfelagarnir í Keflavík taptu 1-2 fyri ÍBV úti í Heimey i kvøld. ÍBV var frammanfyri 2-0 í steðginum. Patrik stútaði bóltin hegnisliga i málið, tá tveir minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Talan er um mál nummar 10 hjá Patriki hetta kappingarárið.
Tapið skalar ikki Keflavík, ið er bjargað i bestu deildini.
Keflavík hevur 31 stig, og liggur fremst í niðara endaspælinum. Akranes er aftast við 18 stigum, og Leiknir er næstaftast við 20 stigum, og tey kunnu í mesta lagi røkka 27 og 29 stigum, og tí eru teir í Keflavík bjargaðir.
Tvey tey aftastu liðini flyta niður í næstbestu deildina.
Akranes vann í vikuskiftinum 3-2 á Fram á heimavølli. Fram var á odda 2-1 í steðginum. Kaj Leo í Bartalsstovu kom á vøllin fyri Akranes tá 70 minuttir vóru leiktir.
Leygardagin tekur Keflavík ímóti FH á heimavølli. Sama dag spælir Akranes á útivølli móti Leiknir.










