Patrik Johannesen, Klæmint A. Olsen og liðfelagarnir í Breiðabliki vunnu í kvøld stórsteypið í Íslandi.
Verandi meistararnir vunnu 3-2 á verandi steypavinnarunum, Víkingi Reykjavík, og kunnu eftir íslendskum siði nevna seg: "Meistari meistaranna".
Patrik Johannesen sum var við frá byrjan átti lut í øllum trimum málunum hjá Breiðabliki.
Tá 14 minuttir vóru farnir av dystinum legði Patrik upp til Gísla Eyjólfsson, ið legði Breiðablik á odda 1-0.
Tá 36 minuttir vóru farnir legði Patrik Breiðablik á odda 2-0. Beint áðrenn hevði hann havt eina góða roynd sum rakti stongina hjá Víkingi.
Við støðuna 2-1 tá 80 minuttir vóru farnir vann Patrik Breiðablik eitt brotsspark, tá Oliver Ekroth hjá Víkingi feldi hann í brotsteiginum. Höskuldur Gunnlaugsson setti brotssparkið í netið til 3-1.
Tveir minuttir seinni var Patrik skiftur út og klappaður av vøllinum fyri eitt framúr gott avrik.
Klæmint A. Olsen sat á beinkinum hjá Breiðabliki, og fekk tíverri ikki spælitíð í kvøld.











