Trý føroyingalið í bestu íslendsku fótbóltsdeildini vóru í leiki hetta vikuskiftið.
Ígjár vardi Gunnar Nielsen málið hjá FH, ið tapti greitt 0-3 fyri verandi meistarunum, Víkingi Reykjavík á heimavølli. Víkingur kom á odda tíðliga í seinna hálvleiki. Tá 10 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini gjørdi FH sjálvmál, og løtu seinni økti Víkingur til 3-0. Sambært Morgunblaðnum hevði Gunnar onkra góða bjarging í dystinum, men í seinna hálvleiki var Víkingur bara greitt omaná.
Í kvøld var Patrik Johannesen aftur á blettinum, tá hann og liðfelagarnir í Keflavík taptu tepurt 2-3 fyri oddaliðnum, Breiðablik á heimavølli. Tríggjar minuttir inn í seinna hálvleik var Patrik spældur leysur av liðfelaganum, Adam Árna Robertsson. Patrik sveik ikki álitið og skoraði sjeynda málið fyri Keflavík í bestu íslendsku deildini hetta kappingarárið. Tá 72 minuttir vóru farnir fekk Breiðablik ein mann vístan av vølli, men Keflavík megnaði ikki at halda tørn, og í tíðini dómarin hevði lagt aftrat skoraði Breiðablik sigursmálið uppá brotsspark.
Keflavík 2 - 3 Breiðablik
0-1 Omar Sowe ('10)
1-1 Adam Árni Róbertsson ('27)
2-1 Patrik Johannesen ('48)
2-2 Höskuldur Gunnlaugsson ('81)
2-3 Höskuldur Gunnlaugsson ('91, br.sp)
Akranes tapti uttan Kaj Leo í Bartalsstovu 0-3 fyri Stjørnuni á heimavølli.
Støðan:
Nr. | Lið | Dystir | V | J | T | Málmunur | Stig |
1 | Breiðablik | 13 | 11 | 1 | 1 | 38:14 | 34 |
2 | Víkingur R. | 13 | 9 | 1 | 3 | 31:18 | 28 |
3 | KA | 13 | 7 | 3 | 3 | 25:16 | 24 |
4 | Stjarnan | 13 | 6 | 5 | 2 | 24:17 | 23 |
5 | Valur | 13 | 6 | 2 | 5 | 22:21 | 20 |
6 | Keflavík | 13 | 5 | 2 | 6 | 24:23 | 17 |
7 | KR | 12 | 4 | 4 | 4 | 16:19 | 16 |
8 | Fram | 12 | 3 | 4 | 5 | 21:29 | 13 |
9 | FH | 13 | 2 | 4 | 7 | 16:23 | 10 |
10 | Leiknir R. | 13 | 2 | 4 | 7 | 11:22 | 10 |
11 | ÍBV | 13 | 1 | 5 | 7 | 15:26 | 8 |
12 | Akranes | 13 | 1 | 5 | 7 | 13:28 | 8 |