Patrik skannaður í Noreg

Patrik Johannesen bíðar nú eftir svarið, eftir at knæið fekk ein stoyt

 Patrik Johannesen situr í løtuni uttanfyri við skaða í knænum. Føroyski landsliðsáleyparin í Florø fekk eina harða takling, sum møguliga hevur forstrekt ella partvís slitið liðbandið í knænum.

 

- Læknarnir vita ikki hvussu álvarsamt tað er, og hvussu er við meniskinum. Eg havi verið í skannaranum og nú bíði eg eftir svari, sigur Patrik Johannesen.

 

Tvøramaðurin í næstbestu deildini í Noreg spældi í steypakappingini móti Fjøra, tá ein verjuspælari tveitti seg í eina takling.

 

- Eg knallaði til og tað brakaði í knænum. Eg spældi í 60 minuttir aftaná. Síðani havi eg verið hjá hjálparfólkunum her og nú til skanning eisini, sigur Patrik Johannesen.

 

Landsliðsáleyparin væntar at fáa nærri boð mánadagin.