Patrik Johannesen og liðfelagarnir eru nú fremst í Íslandi

Breiðablik skoraði sigursmálið móti Akranesi í yvirtíðini

Liðið hjá Patriki Johannesen, Breiðablik er nú oddalið í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Sunnukvøldið eydnaðist tað Breiðablik at vinna 2-1 á Akranesi á útivølli.

 

Akranes legði seg á odda 1-0 tá klokkan vísti 63 minuttir. 

 

Í 82. minutti kom Patrik á vøllin fyri Breiðablik. Patrik var ikki meira enn komin á vøllin, so hevði Kristófer Ingi Kristinsson javnað til 1-1.

 

Í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat skoraði Höskuldur Gunnlaugsson sigursmálið hjá Breiðablik upp á brotsspark.

 

Breiðablik er nú fremst í deildini við 43 stigum. Breiðablik er trý stig frammanfyri liðið hjá Gunnari Vatnhamar, Víkingur Reykjavík sum tó hevur spælt ein dyst færri.

 

Komandi sunnudag klokkan 17.15 spælir Breiðablik dyst á útivølli móti KA á Akureyri.

 

Støðan:

 

Nr.Lið:DystirVJTMálmunur+/-Stig
1Breiðablik20134345:232243
2Víkingur Reykjavík19124344:212340
3Valur20105547:291835
4FH2095636:32432
5Akranes2094738:271131
6KA2076730:34-427
7Fram2075828:28026
8Stjarnan1974834:35-125
9KR1946930:37-718
10Vestri20451122:42-2017
11HK19521222:49-2717
12Fylkir20441226:45-1916