Patrik og Keflavík taptu á heimavølli

Keflavík spældi 10 móti 11 monnum næstan allan dystin, og tað kostaði móti endanum

Føroyski landsliðsáleyparin, Patrik Johannesen var 88 minuttir á vøllinum, tá hann og liðfelagarnir í Keflavík tapti 1-3 fyri KA á heimavølli. 

 

Keflavík fekk eina gylta byrjan tá bert átta minuttir vóru leiktir á vøllinum, tá Adam Árni Róbertsson legði teir á odda 1-0. Bert tríggjar minuttir seinni fekk Sindri Kristinn Ólafsson tað reyða kortið, og so mátti Patrik og liðfelagarnir stríðast 10 móti 11 restina av dystinum.

 

Stutt áðrenn KA javnaði til 1-1 í 75. minutti hevði Patrik tveir málmøguleikar at økja til 2-0, og beint aftaná KA hevði javnað hevði Patrik ein dupultan málmøguleika at leggja Keflavík á odda 2-1, men hann tók tíverri ikki av. Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat skoraði KA tvey mál. 

 

Keflavík 1 - 3 KA

 

 1-0 Adam Árni Róbertsson ('8)

 

 1-1 Rodrigo Gomes Mateo ('75)

 

 1-2 Jakob Snær Árnason ('93)

 

 1-3 Nökkvi Þeyr Þórisson ('94)

 

Keflavík er nummar seks í bestu íslendsku fótbóltsdeildini við 17 stigum.

 

Komandi leygardag spælir Keflavík á útivølli móti ÍBV.