Patrik á landsliðið: Halt munn og slepp tær vekk

Patrik Johannesen hevði ilt við at trúgva tí, tá hann fekk landsliðsboð

Patrik Johannesen, Eli Falkvard Nielsen og Karl Abrahamsson Løkin eru nýggj nøvn í landsliðshópinum til dystin 9. juni móti Sveis á Tórsvølli. Fyri suðuroyingin í álopinum hjá B36 komu boðini púra óvæntað. Hann var til arbeiðis í Balslev, tá fartelefonin ringdi. Tað var mammubeiggin, Rasmus Nolsøe, ið ringdi.

 

Les eisini: (Rás2) Eli F. Nielsen um landsliðsúttøkuna

 

-Hann ynskti mær til lukku og segði at eg var úttikin til landsliðið. Eg bað hann halda munn og sleppa sær vekk, fortelur Patrik Johannesen brosandi frá.

 

Áleyparin hjá B36 hevði meir enn ilt við at trúgva mammubeiggjanum, so hann mátti eftirkanna tíðindini.

 

-Eg trúgvi als ikki upp á tað, tá eg síggi, at eg eri úttikin. Eg eri eitt sindur í sjokk. Eg havi havt eitt stórt smíl síðani eg fekk boðini, og trúgvi tí ikki heilt enn, sigur Patrik Johannesen við Sosialin um løtuna, tá tað blívur greitt, at hann er úttikin til landsliðið.

 

Kent landsliðseftirnavn

21 ára gamli Patrik Johannesen er sonur Jón Johannesen, sum í nógv ár hevur spælt við TB. Hann spældi eisini tveir venjingarlandsdystir fyri Føroyar í 1992 og 1993. Pápabeiggi er Óli Johannesen, sum leingi hevði metið fyri flest landsdystir fyri Føroyar.

 

Les eisini: (Rás2) Lars Olsen greiðir frá landsliðsúttøkuni

 

-Bæði pabba og Óli eru stórar fyrimyndir hjá mær. Tað hevur eisini altíð verið ein dreymur at koma á landsliðið, sigur Patrik Johannesen og fortelur víðari.

 

-Pabba er í Íslandi og ringdi, men sambandið var so vánaligt at eg fekk eitt sms, sigur tvøramaðurin í B36.

 

Hann hevur eisini fingið íblástur frá Óla Johannesen, sum náddi at spæla 83 landsdystir fyri Føroyar.

 

-Eina ferð eg var og sparkaði í túninum hjá ommu, fór eg upp á loft at leita eftir troyggjum. Har fann eg eina frá italska Andrea Pirlo. Eg fór út í garðin at sparka, men tordi ikki at taka troyggjuna heim við, sigur Patrik Johannesen.

 

B36 spælararnir hava gjørt hann betri

Patrik Johannesen hevur spælt onkran dyst á U15 landsliðnum, men annars bara verið á U21 landsliðnum. Síðani skiftið frá AB til B36, hevur hann lyft spælið hjá sær á eitt hægri stig.

 

-Tað eru spælararnir í B36, sum hava gjørt meg betri. Á Argjum mátti eg arbeiða hart fyri at koma til málmøguleikarnar, men í B36 snýr tað seg meiri um at standa á rætta stað og fáa bóltin í málið, sigur toppskjúttin í føroyskum fótbólti í løtuni.

 

Hann hevur saman við Klæminti A. Olsen skotið sjey mál í landskappingini, umframt trý mál móti B71 í steypakappingini.

 

-Nú skal eg prógva hví eg skal vera á landsliðnum, men fyrst og fremst havi eg eina uppgávu við B36 leygardagin. Tá tann dysturin er liðugur, so fari eg at hugsa fult um A-landsliðið, sigur ein stoltur Patrik Johannesen, sum fyllur 22 í septembur.