Tað varð ikki eftir ætlanini hjá B36 leiðsluni, tá ið in.fo fyrrapartin leygardagin kunngjørdi, at Patrik Johannesen næsta kappingarár fer at spæla í B36. Nú er tað kunngjørt í B36 veitsluni, at tvey ára sáttmáli er undirskrivaður millum Patrik Johannesen og B36.
21 ára gamli Patrik Johannesen er uppvaksin á Tvøroyri. Undan hesum kappingarárinum flutti hann átil AB, har hann í ár hevur spælt 28 dystir og skorað trettan mál. Í Suðuroy spældi Patrik í 2013 og fram til summarsteðgin í 2014 við FC Suðuroy. Annars spældi hann við barndómsfelagnum TB.
Nú verður Patrik Johannesen ein av teimum, sum fer at kappast um pláss í B36 álopinum. Hann hevur ofta spælt í høgra borði, og harvið er tað møguleiki fyri, at hann verður at síggja í plássinum, sum Jákup á Borg og Hanus Thorleifsson, ið nú hava sett gaggurnar á hillina, ofta hava røkt.