Patrik heldur fram í KÍ

Landsliðsspælarin hevur royndarvant í Danmark, men fyribils heldur hann fram í KÍ

Í farna mánaði var Patrik Johannesen og royndarvandi við FC Fredericia í Danmark. Tað er nú greitt at føroyski landsliðsspælarin heldur fram í KÍ.

- Tað er rætt, eg haldi fram í KÍ, sigur Patrik Johannesen í stuttari viðmekring til In.fo í dag.

 ##med2##

Patrik Johannesen spældi ein venjingardyst fyri FC Fredericia og venjarin tóktist lata væl at, men hevur nú valt eina aðra loysn. Eisini hevur Patrik Johannesen sáttmála við KÍ fyri 2020. Hann hevur eitt mál um at spæla yrkisfótbólt, men fyribils verður hann við KÍ-liðnum, sum skal verja meistaraheitið og spæla Champions League í hesum kappingarárinum.