Patrik finst harðliga at hørðum verjuspæli hjá Vali

Patrik Johannesen undrast á, at Aron Jó­hanns­son hjá Vali ikki var vístur av vølli fyri at brúka albogarnar javnt og samt undir dystinum móti Breiðablik

Patrik Johannesen og liðfelagarnir í Breiðabliki vunnu farna vikuskiftið ein frálíkan 2-0 sigur á Vali á útivølli. Sigurin gagnaðist eyka væl aftaná, at Breiðablik heilkiksaði í dystinum móti HK á heimavølli í fyrsta umfarinum, har teir taptu 3-4. 

 

Hóast kærkomna sigurin, so er eftirsmakkurin hjá Patriki Johannesen kortini heldur beiskur aftaná dystin.

 

Á Twitter-konto síni finst Patrik harðliga at dómaranum í dystinum, Vil­hjálm­ur Al­var Þór­ar­ins­syni fyri ikki at vísa verjuleikaran hjá Vali, Aron Jó­hanns­son av vøllinum fyri ov harðligt spæl.

 

Á Twitter leggur Patrik eitt videobrot, har hann fær ein alboga frá Aron Jó­hanns­syni, ið Vil­hjálm­ur Al­var Þór­ar­ins­son bert metti átti at givið gult kort, og tað undrar Patrik stórliga. Patrik skrivar omanfyri viðlagda videobrotið: - Tað vera nógvir albogar hetta kappingarárið um hetta bara gevur gult kort. 

 

HER  sæst videbrotið og útsøgnin hjá Patriki á Twitter. 

 

Patrik Johannesen var við frá byrjan, og hann fekk 63 minuttir á vøllinum í dystinum móti Vali. 

 

Patrik kom til onkran málmøguleika, men hevur enn fyrsta landskappingarmálið fyri Breiðablik til góðar.