Patrik fingið svar upp á knæið

Føroyski landsliðsspælarin hevur pínu í knænum og hevur verið í skannaranum

Patrik Johannesen hevur fingið at vita, tað liðbandið í knænum er partvís skrædnað. Hann er skal tó ikki undir skurð og læknarnir siga, at hann er hepin í hesum førinum. Fyribils verður steðgurin væntandi ein mánaði.

 

Les eisini: Patrik skannaður í Noreg

 

- Eg skal ikki undir skurð, men ganga við einum skinnara í nakrar vikur. Tað verður ikki roknað við, at eg spæli í maj, men nú fáa vit at síggja hvussu uppvenjingin gongur, sigur Patrik Johannesen.

 

Tvøramaðurin í næstbestu deildini í Noreg spældi í steypakappingini móti Fjøra, tá ein verjuspælari tveitti seg í eina takling.

 

- Eg knallaði til og tað brakaði í knænum. Eg spældi í 60 minuttir aftaná, segði Patrik Johannesen um hendingina, tá hann at bleiv skaddur.

 

Florø hevur fýra stig fyri fýra dystir í næstbestu deildini í Noreg og liggja nummar tíggju.