Patrik er aftur á landsliðnum

Fimm spælarar, sum síðstu árini hava verið nógv á landsliðnum, eru ikki tøkir til dystin ímóti San Marino

Eyðun Klakstein landsliðsvenjari hevur í dag sent boð eftir 23 spælarum at vera við, tá ið landsliðið leygardagin 28. mars fer at spæla vinadyst í San Marino. At Føroyar fara til San Marino at spæla kemst av, at tveir báðir dystirnir í Dubai eru avlýstir orsakað av spentu støðuni í Miðeystri.

 

Nýggjur maður á liðnum sammett við teir, sum vóru við í heyst, er Patrik Johannesen. Hann var ikki við í heyst, tí hann var skaddur. Fimm spælarar, sum hava verið nógv á landsliðnum, eru ikki tøkir hesa ferð. Teir eru Odmar Færø, René Shaki Joensen, Brandur H. Olsen, Meinhard E. Olsen og Jóan Símun Edmundsson. Og so er Hallur Hansson, sum plagar at vera liðformaður, ikki tøkur.

 

-Felags fyri hesar er, at teir eru skaddir og harvið ikki tøkir. Tað eru altíð spælarar, sum ikki eru tøkir. Soleiðis var tað eisini í fjør, og n+u kemur tað okkum til góða, at vit brúktu allan hópin, og tá var talan um eitt tað besta avrikið yvirhøvur, sigur Eyðun Klakstein.

 

 

 

Málverjar

 

Mattias Heðinsson Lamhauge

 

Bárður á Reynatrøð

 

Bjarti Vitalis Mørk

 

 

 

Verjuspælarar

 

Andrias Edmundsson

 

Gunnar Vatnhamar

 

Samuel Chukwudi Johansen

 

Arnbjørn Svensson

 

Viljormur Davidsen

 

Ási P. Dam

 

Jóannes Kalsø Danielsen

 

Jann Julin Benjaminsen

 

 

 

Miðvallarspælarar

 

Jákup Biskopstø Andreasen

 

Géza David Turi

 

Noah Mnenéy

 

Jóannes Bjartalíð

 

Árni Frederiksberg

 

Poul Kallsberg

 

Hanus Sørensen

 

Adrian Justinussen

 

 

 

Álopsspælarar

 

Páll A. Klettskarð

 

Petur Knudsen

 

Patrik Johannesen